Netsøla bert fyri fólk búsitandi í Danmark.
Í Føroyum fæst bókin í bókahandlunum.


Summarið varar ikki alt árið longur

Skaldsøga.
Bókakápa: Høgni Egholms Magnussen
Útgevari: Forlagið Asfalt, 2023.
Longd: 301 síður.
Prísur: 348,00
Bókin er útgivin við stuðli frá Mentanargrunni Landins.

“Skaldøgan er sera væl skrivað, og hóast evnið er álvarsamt, og rithøvundurin eins væl kundi brúkt høvið til at geva øllum eina skortfleingju fyri at hava latið eyguni aftur fyri tí, sum henni var fyri sum barn og ung, so upplivi eg skaldsøguna sum alt annað enn tað. Hon er full av kærleika og vilja til at skilja heldur enn at fordøma. Og so er hon, í allari neyðini, full av humori, og slíkt duga bara teir dugnaligastu rithøvundarnir at fáa at rigga” – Arnbjørn Ó Dalsgarð, Sosialurin

Summarið varar ikki alt árið longur er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini frá 2020 og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum. Tann innhugsna gentan gongur í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika. Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita nakað um.