SAMRØÐA í Dimmalætting, 14. oktober 2016 – í sambandi við stuttsøgusavnið Aftanáðrenn
Skrivað hevur: Vár í Ólavsstovu, bókmentafrøðingur og adjunktur á Námsvísindadeildini
Forlagið Sprotin gav fyrst í oktober út stuttsøgusavnið Aftanáðrenn eftir Katrina Ottarsdóttir. Katrin hevur verið virkin filmslistakvinna í mong ár. Hon er undangongukvinna innan føroyska filmslist og hevur útbúgving frá danska filmsskúlanum frá 1982. Katrin hevur slóðað fyri í einum mál og mentanarøki, har filmur hevur havt lága raðfesting, og tí hava yrkisligu avbóðingarnar verið nógvar. Ikki altíð hava heimligu viðurkenningarnar verið stórar, og tí sigur Katrin, at hon gjørdist sera bilsin og sjálvsagt fegin, tá ið hon við fyrstu roynd síni sum skrivandi listafólk, fekk virðisløn M.A. Jacobsens í 2013.
Virðislønina fekk Katrin fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki. Hon sigur, at henni altíð hevur dámað væl at skriva, og at hon altíð hevur skrivað. Tá ið hon fekk kunnleika til filmsskúlan, var tað einki annað, hon heldur vildi, enn at siga sínar søgur gjøgnum filmin og filmslinsuna.
Kærleikin á eini knívsegg
Kærleikin á eini knívsegg og samansetti móðirog foreldraleikluturin eru temu, sum eru og hava verið snúningarásurin í list Katrinar. Hon hevur ikki fjalt, at tað eru egnar lívsroyndir, sum nógvar av listarligu útgávum hennara hava fingið íblástur úr. Tí er fyrsti spurningurin, eg spyrji Katrina, tá ið vit hittast henda vakra heystardagin í heimi hennara í Hedehusene uttan fyri Keypmannahavn, um tað er tilvitað, at hon hevur valt at skriva um evni, sum hava tætt tilknýti til hana sjálva ella um hetta vóru viðurskifti, sum trokaðu á, og sum hon var noydd at geva eitt listarligt úttrykk?
– Nei, tey trokaðu ikki beinleiðis á, sigur hon, men tað var lætt at skriva, tí evnini, sum verða umrødd, eru kend fyri meg. Tá ið vit fara at tosa um sjálvbiografi og autofiktión, spyrji eg hana, hvør hennara søga er í sambandi við tann spurningin. Hon svarar, at yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki tók støði í hennara egnu lívsroyndum, sum hon tó ikki vil lýsa sum autofiktión, tí hon skrivar tað inn í ein form, sum lyftir tað upp um tað privata og ger tað til fiktión. Hon heldur, at tað er týdningarmikið at skilja ímillum privat og persónligt.
Katrin leggur dent á, at Eru koparrør í himmiríki var eitt savn, ið fall henni lætt at skriva, tí innihaldið liggur tætt upp at tí, hon hevur upplivað í sínum barndómi. Hon kennir so væl tær kenslur, sum barnið hevur, og tað spæl, sum fer fram millum tey vaksnu. Hinvegin heldur hon tað verða ein trupulleika, at lesarin leitar eftir tí biografiska í tekstum hennara, ístaðin fyri at lesa tað, sum veruliga stendur har. Ikki tí at hon angrar, at hon hevur givið savnið út, men hon heldur, at tað kann vera ein forðing fyri, at lesarin lesur skaldskap hennara við tí fiktiva virði, ið hann hevur. Katrin sigur, at orsøkin til, at frásøgurnar eru so autentiskar, er, at hon kennir konfliktirnar, sum verða lýstar í frásøgunum so væl.
Tí er natúrligt, at eg spyrji Katrina, í hvønn mun stuttsøgusavnið, hon nú letur úr hondum, byggir á sjálvbiografi?
– Nei, hetta stuttsøgusavnið er á ongan hátt autofiktión. Summir av teimum persónunum, sum hava verið umrøddir í yrkingasøvnum hennara, ganga aftur í stuttsøgusavninum, men talan er um fiktión. Hon heldur, at tað kann ikki vera so, at hon ikki skal kunna skriva um hesi viðurskifti, uttan at tað skal vera autofiktión. “Sjálvandi kundi eg ikki skrivað soleiðis, um eg ikki hevði tann førning, sum eg havi, við í viðførinum. Ein høvundur skrivar jú altíð við støði í sær sjálvum, tí annars verður frásøgan einans á yvirflatuni. Sjálvt tá ið tú fert út at leita eftir einum evni at skriva um, sum tú ikki kennir frammanundan, kemur tú altíð at blanda tínar egnu lívsroyndir uppí. Tær hava jú eisini skapt teg, formað teg, so av sær sjálvum kemur títt egna viðføri uppí, uttan at tú ert so tilvitað um tað. Tað er hesin spurningurin um, at tað, tú skrivar um, skal vera “satt”. Eg veit ikki, um tú kanst krevja, at ein tekstur er “sannur”. Tað er eitt frælsi, sum liggur í fiktiónini, at egnar lívsroyndir verða latnar í ein ham, sum ikki er privatur, men er lyftur upp til at vera fiktión og kann latast almenninginum, uttan at lesingin verður ein sneytan í privatlívi høvundsins.
Tá ið Katrin verður spurd, hvussu hon hevur tað við, at summi fólk hava tikið sær tykni av, at hon hevur lagt nógvar frásøgur so tætt at sínum lívi, so undrast hon og sigur, at tað er tað eingin, sum hevur sagt nakað við hana um. Hinvegin hevur Katrin upplivað, at fleiri fólk eru komin til hennara og hava sagt henni, at júst Eru koparrør í himmiríki hevur hjálpt teimum nógv, tí yrkingarnar hava sligið á nakrar streingir, sum tey hava kunnað brúkt í teirra egna lívi. Katrin sigur, at tað hevur ikki verið hennara fremsta endamál, at lesarin skuldi kunna brúka yrkingarnar til sjálvhjálp, men hetta er tó ein síðuvinningur, sum hon fegnast um. Hennara fremsta endamál við yrkingasavninum var at seta hetta evnið inn í ein listarligan samanhang.
Katrin sigur, at hon angrar ikki, at hon gav Eru koparrør í himmiríki út, men tað savnið hevur tó skuggað fyri, at fólk lesa tað, hon síðani hevur skrivað, fyri áljóðandi. Hon strikar undir, at í skrivitilgongdini fáa søgurnar mangan sítt egna lív, skriva seg sjálvar og fara sínar egnu leiðir, so hon er kanska ikki altíð fult tilvitað um, hvat ið veruliga stendur í søgunum. Hon er sum altíð sera spent at lata hesar nýggju søgurnar út alment, tí so kann hon fáa afturmeldingar frá teimum, sum bæði av lesiáhuga og fakliga hava viðgjørt søgurnar.
Hevur tú ein boðskap ella í hvønn mun er tað eitt tilvitað val at geva ómælandi og óseka barninum og barninum í vaksna og kensluliga illa virkandi persóninum eina rødd? Tað er eisini í hesum savninum talan um illa virkandi persónar og rótin liggur í barndóminum í fleiri førum.
– Ja, eg haldi, at eg eri opin og móttakilig fyri tí. Tað ljóðar stórt og merkiligt, at eg tosi vegna øll tey, sum hava havt og hava okkurt at stríðast við. Eg kenni meg at koma lættari í samband við sovorðin fólk, føli meg meira heima millum teirra og havi lættari við at tosa við hesi fólk. Onkursvegna er hetta bara natúrligt fyri meg. Um eg knappliga skuldi farið og lýst eina kjarnufamilju ella ein flokk av vinum, har alt er so æviga deiligt, har alt koyrir eftir einum røttum spori. Tað hevði verið fremmant fyri meg, tað hevði eg heilt einfalt ikki dugað. Tað er kanska bara eitt dømi um, at eg dugi ikki at lýsa tey heilt normalu, har alt virkar og er soleiðis, sum tað eigur at vera. Tað er heilt einfalt so, at eg havi meiri føling við teimum, sum onkursvegna standa uttanfyri og ikki hóska til, og tey eru eisini nógv áhugaverdari at skriva um.
Ein dýrkeypt gáva
Í stuttsøguni Við skógarvatnið sigur dóttirin farvæl við foreldur síni á henda hátt:
”Tit hava klandrast øgiliga illa, alt tað eg minnist. Tú vart altíð so óð við meg, mamma. Og tú, babba, hevur aldrin tosað mína sak, heldur ikki, tá ið mamma segði, at eg ikki dugdi at elska hana. Men eg royndi at elska teg, mamma. Veruliga.
Tað skal nokk passa, at beiggi mín mátti doyggja, so eg kundi blíva fødd. Eg veit eisini, at eg havi oyðilagt alt millum teg og babba. Og eg skal nú liva víðari og vita, at tað besta fyri okkum øll hevði verið, at eg aldrin var fødd. Men eg elski tykkum, alíkavæl. Kann ikki annað. Og nú noyðist eg at fara … Beibei, babba. Beibei, mamma.” (s.80)
Sum lesari haldi eg, at hetta er eitt øgiliga djarvt og sentralt sitat í savninum, og eg kann ikki lata vera við at spyrja Katrina, um tað liggur ein uppgerð í hesum brotinum?
Katrin svarar, at kanska tað er essensurin í allari hennara list. Kanska er tann konfliktin og tann uppgerðin, sum hon lýsir har, onkursvegna ein gáva til hennara. Tað er ein gáva, ein dýrkeypt gáva, men kanska er tað í hasum, at alt føðist, tí uttan hatta hevði hon ikki kunnað skrivað og rakt tað, sum hon nú rakar, so kanska ein uppgerð, men tað var ikki ein so tilvitað uppgerð í tí. Hon skrivaði tað, tí fyri hana var hasin persónurin bara ein fiktivur persónur – hendan gentan har. Í løtum er hon við henni og í løtum er hon bara ein, hon skrivar um. Og at kunna geva henni hasa replikkina har ímóti endanum á søguni liggur nær uppat onkrum, hon sjálv hevði kunnað sagt.
Eg spyrji Katrina, um tað undrar hana, at eg spyrji hana hendan spurningin ella taki hetta brotið fram?
Nei, svarar hon, men hon óttast eitt sindur fyri, at hasin spurningurin fer at fylla ov nógv í umrøðuni av stuttsøgusavninum, sum eftir hennara tykki hevur so nógv annað í sær enn tað, sum kann knýtast at hennara egna lívi. Eg spyrji hana, um hon heldur, at tað eru Koparrørini, sum gera, at lesarin lesur stuttsøgusavnið á henda hátt? Ja, tað heldur hon. Men, leggur hon afturat: eg angri ikki, at Koparrørini eru komin, men tey fáa loyvi at skugga ov nógv fyri tí, sum er komið út aftaná. Tí hvørja ferð hon skrivar, verður tað bólkað sum autofiktión, hóast hon tekur frástøðu frá tí og strikar undir, at alt tað hon skrivar er fiktión. Hinvegin leggur hon afturat, at hennara uppvøkstur er hennara rátilfar, og tað er tað, sum hon sum listafólk, rithøvundur og filmsskapari brúkar burturav. Tað er kanska ein dýrkeypt gáva, men tað er eisini ein gáva, staðfestir Katrin einaferð enn.
Eg vísi á, at Koparrørini var ein øgiliga sterk forteljing, har eg nærum føldi tað eg las fysiskt. Katrin sigur, at onnur hava sagt tað sama við hana, men fyri seg vóru yrkingarnar merkiliga lættar at skriva.
– Eg sat ikki sjálv og var kensluiga merkt, meðan eg skrivaði. Eg havi roynt at skrivað um hesar spurningar fyrr, og tá skrivaði eg meg bara niður í eitt svart hol, og tað riggaði als ikki, tó eru dropar av hesum evnunum dryppaðir inn í allar mínar filmar.
Trupla sambandið millum móður og dóttur og tað at vera mamma eru gjøgnumgangandi tema í nógvum av tí, sum tú hevur gjørt. Hví?
– Ja, tað er eitt afturvendandi tema í mínari list og ein lívstreyt, sum vit øll kenna og hava meira ella minni gott samband til og royndir við. Virkar tað sambandið ikki, so er tað ikki gott og hevur sera stóra ávirkan. Tað er væl eisini eitt sindur klassiskt hetta sambandið, og so verður tað latið í ymsar hamar og búnar, men grundleggjandi er tað har, og so haldi eg tað er gott, um tað eydnast einum at lyfta tað upp um tað privata. Tað hevur nógv at siga fyri meg at fáa tað sagt og undirstrikað við sjey tumma seymi, at hatta er ikki privat. Hetta er alt skrivað við einari persónligari undirskrift, men tað er ikki privat, sum tað hevði verið, um eg hevði lagt nøkur brøv út, sum tey høvdu skrivað.
Tú gert skilnað millum privat og tað at taka støði í tær sjálvari?
– Ja, privat, tá er tað ikki latið í nakran listarligan búna í mínum eygum, men at taka støði í sínum egna, tað er soleiðis ein arbeiðir, tá ið ein fæst við list.
Trupla sambandið, sonurin hevur við samkyndu mammur sínar og fráverandi pápin og abbin eru temu í stuttsøguni Samson. Eisini her er tað tað vaksna “barnið”, sum hevur sjónarhornið. Sonurin hevur eina sera politiskt ókorrekta hugsan um sínar samkyndu møður. Eru egoistisku gerðirnar hjá teimum vaksnu við til at skapa avlagaðar persónar, sum er grundað á ein sálarliga ótryggan uppvøkstur?
– Ja, hjá nútíðarforeldrum eru børn ofta eitt projekt, og tað kann ongantíð ganga væl, tá foreldur fáa sær „trofæbørn“ at vísa fram. Tað er ikki so, at nú hava tey fingið eitt barn og so innrætta tey seg eftir tí. Alt hatta við børnum og foreldrum er áhugavert, tí tað ger so nógv við okkum og hevur so nógvar fylgjur og fær okkum at fara ein veg í staðin fyri ein annan veg í lívinum. Tað er nakað, sum fyllir nógv hjá okkum menniskjum, og at kunna skriva um tað upp á allar teir mátarnar, sum uppvøksturin ávirkar og setur síni spor á tann vaksna persónin, er ein gáva at kunna.
Mamman, sum tímir barnið, tá ið tað er lítið og ómælandi, men tveitir tað frá sær, tá ið tað byrjar at seta krøv, er eisini eitt tema í stuttsøgusavninum. Í søguni Drongurin í tokinum verður høvuðspersónurin drápskvinna fyri at bjarga einum barni úr klónum á eini ábyrgdarleysari mammu. Søgan upplivist nærum sum ein „psykiskur trillari“, hví liggur hesin sálarligi óhugnin undir nógvum av gerðunum í stuttsøgusavninum?
– Tað er tað so vorðið til, tað var ikki soleiðis, tá ið eg byrjaði at skriva søgurnar í hesum savninum, men eg visti, tá ið eg hevði skrivað nakrar av teimum, at tað fór at vera tann vegin við teimum flestu, at tær fóru at enda soleiðis. Eg vildi vera trúgv móti stuttsøguforminum, tí tordi eg at sleppa persónunum leysum, so fólk hava møguleikan at hugsa sítt og bryggja víðari upp á opna endan á søgunum. Hendan kvinnan í tokinum er kanska oyðiløgd av onkrum líknandi, hon sjálv hevur upplivað. Tað vita vit ikki, tað kunnu vit bara gita okkum til ella lata vera, og hon trýr ivaleyst fult og fast uppá, at hon hjálpir dreinginum. Tað, at hon er so sannførd um, at hon ger tað rætta, er tekin um, hvussu avlagað hon er.
Veruligur ella mentalur deyði
Nógvar av stuttsøgunum enda við deyða og beinleiðis drápi. Er talan um veruligan deyða ella er talan um mentalan deyða? Eg hugsi um t.d. brúðgómin í stuttsøguni Brúðarvalsur, sum doyr við einum forelskaðum smíli ella doyr hann?
– Har vil eg helst ikki siga, um hann doyr ella ikki. Søgan er nógv meira spennandi, um lesarin sleppur at hugsa og gera sínar egnu niðurstøður, og kann spyrja seg sjálvan, um tað forelskaða smílið er tað einasta, brúðgómurin kann liva víðari uppá. Alt hitt, sum hjúnalagið hevur at bjóða, er ov ringt at skilja hjá unga brúðgóminum, men forelskilsið kann bera hann ígjøgnum. Og tað er møguliga eisini tann hvørvisjónin sum ger, at hann sum pápi ikki megnar at tala søkina hjá dóttrini í teimum fylgjandi søgunum. Pápin er greitt offur fyri sínum kenslum og megnar tískil ikki at hjálpa, hvørki sær sjálvum ella dóttrini.
Stuttsøgan Íbinviður endar við einum drápi, men kortini situr tú sum lesari við kensluni av einum eydnusomum enda ella?
– Ja, tað er sera týdningarmikið, at endin er eydnusamur og verður fataður so, tí endin skal skiljast so, at lívið hjá tí doyggjandi manninum hevur fingið meining, tí hann her móti endanum á lívinum loksins hevur fingið loyvi at vera ein, sum slapp at hjálpa einum øðrum menniskja. Tað trýr hann fult og fast uppá sjálvur. Í eini skaldsøgu hevði ein søga ikki kunnað endað soleiðis, men tað er tað frælsið, ið stuttsøgan gevur. Tú kanst lata frásøgufólkið geva frásøguna viðari til lesaran, sum so fær høvi til at uppliva og fylla út teir spurningar og møguleikar, sum ein opin endi loyvir.
Tú skrivar á føroyskum, men allar søgurnar uttan tann eina ella tvær fara fram ella verða pallsettar uttan fyri Føroyar. Hvussu er at vera føroysktskrivandi høvundur og búgva uttanlands?
– Evnini, eg viðgeri, eru alment galdandi viðurskifti, men pallsetingin er uttan Føroyar, og tað fellur mær natúrligt, tí tað er har, eg havi mín gerandisdag. Men málið er føroyskt og nógv av myndamálinum og íblástrinum hevur røtur í føroyskum jørðildi, tí tað er tann førningur, eg havi við mær og eri øgiliga góð við.
Tá ið tú hevur gjørt film, tá hevur tú í flestum førum pallsett teir í Føroyum, hvør er munurin?
– Ja, fyri ein filmsskapara er tað sera gevandi at gera film í Føroyum, bæði fyri myndirnar og tú kanst loyva teir at fáa persónarnar at siga, hugsa, gera nøkur ávís ting, sum tú ikki kanst gera á sama hátt í Danmark. Tað havi eg ofta upplivað og tað virkar ikki. Mínir filmar eru hugsaðir í einum føroyskum samteksti, og tí mugu teir fara fram í Føroyum. Tað ger tað eitt sindur lættari at fáa føroyingar at keypa filmarnar og gevur fleiri áskoðarar, tí teir skilja alt tað sjálvsagda, sum ikki altíð verður beinleiðis víst og sagt. Eg havi roynt at fingið handrit góðtikin her í Danmark, men tað er ringt, tí ein leggur merki til onnur ting enn tey, sum danir leggja merki til, og so kemur tað at virka fremmant fyri tey. So tað er kanska eisini av neyð, at eg lati mínar filmar fara fram í Føroyum. Ella bara ein ásannan av, at eg ongantíð verði annað enn føroyingur.
Eg havi eisini sagt, at Føroyar eru mítt univers, og tí er tað nærum sjálvsagt, at tað er tí, eg oysi burturúr. Tað er mítt viðføri, og tað er meiri spennandi enn ein gerandisdagur í Danmark ella í einum stórbýi. Eg fór á filmsskúlan og hevði allar hesar søgurnar við í høvdinum. Allar sum ein høvdu tær støði í einum føroyskum veruleika.
Tá ið eg síggi ein film fyri mær, sjálvt um hann bara fer fram inni í einum húsi í Føroyum, so hevur hann okkurt annað, so hevur hann hetta serføroyska, sum er millum persónar, mátin at tosa uppá, mátin ikki at siga nakað uppá – og hann er so fremmandur fyri danskarar, sum hava øgiliga ringt við at skilja, hvat fer fram. Og so patos, sum danir ræðast, men sum føroyingar eru meiri vanir við.
Hevur tað eina ávirkan á teg, nú tú skrivar, at tað eru øgiliga nógv ting, sum ikki verða søgd?
– Ikki so tilvitað, men nú tú spyrt um tað, so er tað nógv, sum liggur millum linjurnar. Í mun til í Danmark, so verður alt ”tosað“: ”vi skal lige snakke om det”, alt verður tosað í hel. Ok, tann føroyski mátin, har nógv ikki verður sagt, er heldur ikki góður. So hevði tað nokk verið betri við onkrum millumstigi, har ið tað varð tosað eitt sindur meira um tingini, um tað vandamikla, sum bara er viðtikið, tí hatta tosa vit ikki um.
Alt tað ósagda møðir
Nú tú sigur tað, so haldi eg eisini, at í sambandinum millum mammuna, pápan og gentuna er trupulleikin, at tað er so nógv, sum ikki verður sagt!
– Ja, gentan veit ikki, hvørji krøv eru. Tað er tað, sum ger støðuna truplari. Hon skal alla tíðina hava hesar radararnar úti og avlesa støðuna. Soleiðis havi eg tað eisini sjálv, so nógv havi eg fingið við mær og so nógv hevur tað ávirkað meg, at eg í øllum samanhangum havi hesar radararnar úti og merki, hvat fer fram. Hvat fer fram í hasum horninum har? Har fyrigongur eitt ella annað, har sita tvey, sum hava eitt ella annað koyrandi ella ikki lutaka í hesum her. Alla tíðina kann eg merkja tað, og tað kann vera øgiliga møðsamt, og tað ger, at eg ofta má trekkja meg aftur frá tí sosiala, tí eg orki tað simpulthen ikki. Tí hevur tað mangan verið ein lætti at uppliva tilveruna handan eina linsu, tí tað gevur eina fjarstøðu til alt tað, sum er trupult at gerast partur av.
Vit síggja eisini, at drongurin við samkyndu mammunum situr í tokinum og kennir á sær og fær alt við, sum fer fram í einum horni í tokinum, enntá aftan fyri bakið á sær.
– Ja, hatta kenni eg øgiliga væl aftur, tí velji eg ofta tað sosiala frá, tí velji eg ofta eisini Facebook frá, tí har kemur alt ov nógv „innput“, og tað fer beint inn á ljóstalvuna, so eg má ofta halda steðg, langan steðg frá sovorðnum sosialum, sjálvt um tað bara er á netinum. Eg brúki t.d. Facebook mest í fakligum sambandi.
Hjálpir tað at skriva seg burtur úr tí trupulleikanum ella er tað tað, tú gert?
– Nei, eg haldi ikki, at eg skrivi meg burtur úr honum, men skrivingin er eitt andarhol og nakað, eg kann njóta gott av. Tað, sum sosialt møðir meg og ger ymiskt við meg, verður eitt slag av føðiketu, tá ið er skrivi og arbeiði við filmi. Tað gevur mær tilfar, sum kemur lætt til mín, og eg taki ímóti tí og føri tað niður á pappírið. Tað er ikki so møðsamt tá. Ikki sum fyrr. Onkur stuttsøga er úr onkrum gomlum handriti, sum hevur ligið og er skrivað fyri langari tíð síðani, og sum tá gjørdi meg øgiliga móða at skriva, tí eg var øgiligt í iva, men nú eri eg eldri, og tað gevur eisini eitt frælsi og ein lættleika í mun til at tora at fáast við hesi fyri meg viðbreknu evni. Eg kundi sikkurt havt skrivað bøkur fyri nógvum, nógvum árum síðani, tí tað hevur alt ligið í mær. Tað hevur verið ein trongd, men tað hevur verið eitt ella annað, sum hevur verið í vegin, men knappliga, so gav eg mær sjálvari lov, tað er líka so nógv tað.
Tú hevur í so nógv ár stríðst við at fáa viðurkenning í Føroyum við tínum filmum. So skrivar tú eitt yrkingasavn, og tá fært tú viðurkenning!
– Ja, tað var pussigt, tað var so surrealistiskt. Film havi eg stríðst við og geri tað enn, men eg føli, at eg eri eitt forstýrandi element hjá teimum, sum nú vilja standa faddrar at eini føroyskari filmsvinnu, at eg líkasum ikki passi inn í ta myndina.
Men fyri at venda aftur til stuttsøgusavnið hjá tær, so viðgert tú eisini altjóða spurningar. Eitt nú trakking og skøkjuvirksemi og skøkjuna, sum er heimleys og er uttan fyri landamørk, og tað er eisini ein trupulleiki í dag, at vit hava eina rúgva av fólki, sum eru heimleys, hoyra ikki til, eru ikki skrásett nakrastaðni.
Nei, tey hoyra ikki til og tað var nemliga eisini eitt hugskot, sum eg havi til ein film, men sum enn ikki er vorðið til nakað, men ætlanin var viðgera tað evnið. Eg havi umvegis eitt arbeiði, eg havi gjørt, fingið stórt innlit í, at tað finst eitt slag av „Undirføroyum“, sum eingin veit nakað um, har fólk eru heimleys, liva eina nomadutilveru og hava tað av hundanum til. Eg havi havt eina hóming av, at hasi fólkini vóru har, men at tað er so vanligt, tað havi eg ikki vitað.
Er tað eitt evni til næsta stuttsøgusavnið?
Ja, kanska ella eina skaldsøgu, eg veit ikki, hvønn veg tað fer. Í dag vilja øll so fegin, at alt skal vera so jaligt. Hatta jaliga leggur eina køvandi hond yvir alt, eisini inn yvir listina. Alt skal vera so positivt – positiv psykologi er tað nýggja og á Facebook er alt er bara positivt. Tað er kanska tí, eg ikki toli Facebook og damubløð. Eg gerist ordiliga køld av allari hesari jaligheitini, hugsi har má búgva okkurt undir, tað kann ikki passa. Eg vænti, at tað fer at eksplodera ein skjønnan dag.
Kanska fjalir hendan jaligheitin yvir okkurt annað?
Ja, kanska vilja fólk ikki síggja veruleikan, sum hann er. Ludo var ein „heavy“ filmur, men framvegis eru tað fólk, sum skriva til mín, tá ið eg eri úti og vísi hann, sum fáa rættiliga nógv burturúr. Tað er heilt ótrúligt, og tað eru ofta heilt „vanlig“ fólk, sum eg í míni fávitsku trúði, ikki áttu at fingið so nógv burturúr, men tað er kanska, tí at tey kenna sína egnu støðu aftur í filminum ella duga at hyggja at filmum uttan nakað filtur, eru opin og móttakilig.
Hvussu hevur tú upplivað móttøkuna av hesum savninum?
Einki ordiligt enn, men eg vóni, at tað kann verða brúkt, kanska verða brúkt í skúlum. Mátti verið lætt at tikið eina søgu og gjøgnumgingið hana. Tað hevði verið øgiliga áhugavert at hoyrt, hvat ein lærari hevði fingið burturúr við sínum greiningafrymli.
Har er nógv myndamál og nógv løg í tekstinum.
Ja, nemliga, so eg vóni, at tey fara at brúka hana, tí tað kenna øll, at kemur bókin út og hon bara liggur, so hendir einki meira. Tað er eftir mínum tykki eitt tað versta, sum kann henda. Tað er í hvussu er ikki líka stuttligt. Frá tí tú letur bókina av hondum, so heldur tú ondini ta fyrstu tíðina, og hendir so einki, so spyrt tú teg sjálva, er tað nú, eg skal byrja at anda innaftur ella hvat? Tá ið ein gevur nakað út, er tað stuttligast, at tað kann brúkast til nakað, tí eingin, eingin – tað er ein mýta at halda – skrivar til sín sjálvs. Hvør tímir tað? Tú vilt hava aftursvar, hava tingini út, samskifta við tínar móttakarar. Alt listarligt arbeiði er jú ein formur fyri samskifti.