43 stuttar lagnusøgur, sum kanska bara eru bagatellir ella viðfáningar í tí stóru alheimsmyndini, men kortini lívsavgerandi hjá tí einstaka.
Tær 43 bagatellirnar eru hvør neyvt 300 orð til longdar + ein titttul upp á 1 orð, tvs. tilsamans 12.493 orð, sum sambært innihaldsyvirlitinum millum annað snúgva seg um eina altan, automatgir, eina á, állar, eitt baðikar, barnaspæl, ein barnavogn, eitt boardingkort, eitt bræv, børn, eina gávu, ein glasrút, eitt gólv, ein gulltendrara, havfrýr, hálstablettir, hotpants, jólaútvarp, kamelull, ein keypmann, ein kramarís, ein kross, lakkskógvar, maðkar, eitt morgunmatarborð, eint móttøku, pinocchiokúlur, eina pitsa, Pochahontas, sjógv, sjómenn, eina sjúkrasystir, skýming, eoin slipsknút, ein sokkahaldara, streym, sveittadropar, takeway, tivoli, eina uppgávu, eitt ur, eina útferð og ein veg.
43 bagatellir
Perma: Hugin Eide
Forlagið Torgard, 2018
91 síður.