Stuttsøgur. Sprotin, 2016. 184 síður.

Donsk útgáva: I Afrika er der mange søde børn

Søgurnar í hesum savninum eru á sín løgna og sýraða hátt hugfangandi. Innihaldsliga víkja tær frá øllum, sum annars er skrivað á føroyskum. Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perv­erterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar.

Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið.

Umhvørvið við stórbýum, helst útryðjum, døkkum, skitnum skotum, serligum ljósi og endurtøku av tok­um, sum bróta seg larmandi inn og út úr myndini, er ikki lýst í okkara bókmentum fyrr.

Damubløð eru 100 ferðir óhugnaligari enn mín bók. – Katrin Ottarsdóttir í Góðan morgun Føroyar