Lesikrókurin (poddvarp), 10-12-2020

Ria Tórgarð, sjónleikari, Djóni Nolsøe, námsfrøðingur, og Helena Kannuberg, mál- og bókmentafrøðingur, tosa um skaldsøguna Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttir.

Tosað verður um børn, sum hava tað trupult, trýkantsdrama, humor og mangt annað, sum kemur burturúr, tá 11 ára gamla gentan fortelur í bókini.

Vertur er Eilen Anthoniussen.

Poddvarpið Lesikrókurin er samstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.