UMMÆLI eftir Oddfríð Marna Rasmussen (Vencil, 30. november 2012)

Árið 2012 fer eftir øllum at døma at gerast yrkingaár burturav. Nógv eru yrkingasøvnini í ár, og eftir
øllum at døma, so eru øll søvnini eisini dygdagóð søvn. Onki heilt vánaligt savn er komið út enn.
Bókin, ið her verður ummælt, er bók, ið eg havi glett meg til at lesa. Katrin Ottarsdóttir hevur skrivað
hana.

Katrin Ottarsdóttir er eitt óskrivað ark, tá ið talan er um bókaútgávu. Vit kenna hana sum slóðbrótarin í
føroyskum filmi, sum hana, ið hevur lagt støðið undir føroyskan film. Tað varð flent eftir hesi
undangongukvinnu, tá ið hon fór at gera spælifilm. Vit hava ofta hug at látursgera fólk, ið hava stórar,
listarligar hugsjónir og føra tær út í verk. Men fyrr ella seinni, verða hesi áður látursgjørdu listafólk av
fólki og landi sett har tey í roynd og veru alla tíðina hava verið

Viðhvørt kann tað tykjast ringt hjá einum listafólki at skifta listaøki. Tað eydnast til tíðir, og til aðrar tíðir
miseydnast hetta.

Katrin Ottarsdóttir hevur á forlagnum Mentunargrunni Studentafelagsins givið út yrkingasavnið Eru
koparrør í himmiríki. Katrin detbuteraði í Vencli nummar 9, og í nummar 10 hevði hon eisini nakrar
yrkingar. Í yrkingasavninum eru tær ikki heilt líkar teimum, ið stóðu í Vencli. Meg minnist, tá ið eg sá
yrkingarnar á fyrstan tíð. Tær talaðu til mín, tí at eg helt tær lýstu okkurt, sum vanliga ikki verður lýst í
yrkingum.

Sum heild er savnið gott. Har eru lýti í onkrum yrkingum. Fara vit niður í yrkingarnar, so eru tríggir
persónar, sum ganga aftur gjøgnum allar yrkingarnar. Hann, hon og barnið. Hesi trý liva í einum heimi,
har hon hevur sinnistrupulleikar og hann roynir at sløkkja ótespiligu sinniseldarnar í húsinum. Barnið
liggur ímillum tey bæði, og fær ikki ordiliga eina sjálvstøðuga rædd fyrr enn í teimum seinastu
yrkingunum.

Tað sæst í yrkingunum og sjónarhorninum, tær verða sagdar, at Katrin er filmsfólk. Tú er altíð ein
áskoðari, ein eygleiðari í einum leiki, og støðurnar, sum hesi trý koma í, verða sjáldan lýstar í dýpdina,
men verða lýstar sum hendingar, ið verða settar saman við øðrum hendingum. Ein er mánalendingin í
1969. Henda verður borin saman við, at hann og barnið flyta, ella skulu eitast at flyta, men sum altíð, so
hendir onki. Alt endar við reglunum: mánin var aftur bara máni / har í húsinum.

At vera áskoðari í hesum óunnuliga leiki og fáa óunnulligu søgurnar sagdar á henda hátt, er ikki vanligt í
føroyskum yrkingum. Savnið hongur saman. Somu persónar eru í øllum yrkingunum, og barnið útviklar
seg eisini frá einum óhjálpnum áskoðara, eins og lesarin, til eitt ung menniskja, ið sigur frá, gerst líkasælt
við foreldur, og sum kastar seg út í heimsins kalda favn. Persónarnir mennast (ella ikki) so hvørt tú lesur
yrkingarnar.

tí barnið er sum ongin
og ongin ger vaksin og hundar ótrygg
fær tey at gloyma
at einsamøll børn kanska eisini
eru eydnurík børn
eina evarska lítla løtu

Hetta er næstseinasta ørindi í yrkingini Ostaskorpur. Hetta ørindi er líkasum mergurin í
yrkingaevninum. Barnið í yrkingunum er ongin í einum heimi, har hurðar eru læstar, gáttir og mottur og
vindeygu og trappur og koparrør tala um ein óunnuligan uppvøkstur, har barnið hevur verið einsamalt,
gloymt og brúkt í einum løgnum og samskiftisleysum heimi, har tey vaksnu, sum foreldrini viðhvørt
verða kallað, ikki duga at vera vaksin, ei heldur foreldur.

Hetta við, at foreldur ikki eru vaksin og vaksin ikki eru foreldur, kemur týðiligast fram í yrkingini
Istedgade. Innihaldið í yrkingini er ógvuliga ófrættakent, og eg siti eftir við eitt sindur ringum smakki í
munninum. Í yrkingini eru tað tey trý: hann, hon og barnið, sum ganga á Istedgade í Keypmannahavn.
Hon fremst, hann í miðjuni og barnið aftast. Men hann hevur ein heldur margháttligan atburð, tí at tað
kemur fram í yrkingini, at horurnar fáa lítla drongin fram í honum, og barnið hvørvur í einum
myndaroki, har Istedgade fløðir við blóði, sum barnið vassar í. Barnið sigur síðani, at onki vaksið er
nakrantíð ordiliga stuttlig, men endar við at smílast innantanna, meðan hann og hon fara flennandi um
húsahornið. Henda yrkingin er veldig. Myndberingarnar eru trivaligar og stórar. Til tíðir eru onkrar
myndberingar, ið halla uppat teimum hjá Jóanesi Nielsen, men eru tað ikki.

Fyrsta savnið eftir Katrina Ottarsdóttir er ein góð debut. Debutsøvn hava tað ofta við at vilja ov nógv, og
tíð eru tey hvørki fuglur ella fiskur. Hetta savnið er væl arbeitt, og ein reyður tráður liggur tjúkkur og væl
flættaður inn í allar yrkginarnar í savninum, og tað er heldur sjáldsamt fyri ein yrkjara, ið gevur sítt fyrsta
savn út.