Yrkingar. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2015. 75 síður.
Messa fyri einum filmi er í ætt við fyrra savnið, Eru koparrør í himmiríki, men skaldið roynir her nýggjar leiðir og øðrvísi sýnsvinklar.
Nú er eg’ið blivið mamma, og í einstøkum tekstum er hon ikki bara kroyst av minninum um mammuna, men eisini av egnum leikluti sum mamma. Ein negativur máttur er frammarlaga í teimum alraflestu yrkingum, og tað verður róð fram undir, at friður fæst ikki, fyrr enn tú liggur í kistuni.
Miðskeiðis í savninum stendur tann drúgva yrkingin Jesu Kristi kross amen, sum er sædd úr sjónarhorninum á mammuni, og tað er ikki lystiligt. Einastaðni í yrkingini er niðurstøðan “guð náði tey øll”, og tað verður ikki sagt í góðari merking.
Messa fyri einum filmi er eitt óvanliga sterkt yrkingasavn, ið nertir við kenslurnar á lesaranum, sum hevur hug at spyrja: Var tað, er tað, veruliga so ringt? Og tað beiska svarið er: Tað var tað, tað er tað!
UMMÆLI
- Koparrør við poetiskum flogi / Kinna Poulsen (Listaportal, 24. apríl 2015)
- Fjarstýrd alt lívið / Oddfríður Marni Rasmussen, (Vencil, 23. oktober 2015)