UMMÆLI eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð í Sosialinum 3. juni 2022

“Gentan í verðini” hevjar seg sum skaldskapur langt upp um tað sjálvsterapeutiska, sum ofta eyðkennir sjálvsævisøguligan skaldskap – tá hann ikki riggar – og verður til heimsbókmentir. Onki minni.

Nú tað frættist, at Katrin Ottarsdóttir, skyldkonan, fyri aðru ferð hevur fingið játtað listafólkaløn í trý ár frá Mentanargrunni Landsins, helt eg tað vera tíð at ummæla skaldsøgu hennara, Gentan í verðini, sum kom út í 2020, her í blaðnum, og samstundis nýta høvið til at ynskja Katrini til lukku við listafólkalønini.

Tá ið eg sjálvur fór undir at skriva stuttsøgur fyri skjótt 20 árum síðan, las eg eina stuttsøgu, sum gav mær stóran íblástur. Tað var stuttsøgan ”Teresita”, eftir italska rithøvundin Corrado Alvaro (1895- 1956). Søgan stóð upprunaliga í savninum Gente in Aspromonte (Fólk úr Aspromonte) frá 1930, men hon kom út í føroyskari týðing í savninum Teresita og aðrar smásøgur í 1966, og tað var har, eg datt fram á hana.

Stuttsøgan snýr seg um gentuna Teresitu og pápa hennara bóndan Ferro. Pápin er sera illsintur, øll ræðast hann, men ongin dugir sum Teresita at kyrra hann, og hon er hansara eygnasteinur. Teresita veksur til, finnur sær ein ungan mann, verður gift, og verður við barn. Hetta hóvar pápanum onki. Hann vil hava Teresitu hjá sær hvønn morgun, tá ið hann letur eyguni upp, eisini tá hon er fullgingin og illa fær gingið. Teresita ger honum til vildar, og søgan endar syrgiliga.

Tað sum serliga hugtók meg við hesi søgu, var sálarliga lýsingin av sambandinum millum tey bæði, dóttur og pápa. Lesarin ivast ikki í, at pápin er eitt reyvarhol, sum fer illa við húsfólkunum, men kortini er Teresita so tætt og inniliga knýtt at honum, at tú ivast ikki í, at hon er góð við hann. Ja, hon elskar hann so nógv, at hon vil lata lív fyri hann.

Hetta er ein tvístøða, sum mong ivaleyst kenna seg aftur í. Tað gjørdi eg í hvussu er, og tað var heilt vist tað, sum gjørdi, at mær ’dámdi’ so væl hesa søguna. At onkur skrivaði um ein veruleika, sum eg kendi aftur. At tað bar til at skriva um slíkt, og at onkur tordi at gera tað.

Skaldsøgan Gentan í verðini minnir tematiskt nógv um stuttsøguna ”Teresita”. Vit fylgja einari ellivu ára gamlari gentu, bara nevnd ’hon’, sum eina summarferiu onkuntíð seinast í trýssunum er og vitjar ommuna og abban á bygd, stutt sunnan fyri Havnina. Fólk sum kenna rithøvundin og familju hennara síggja skjótt, at tilfarið í skaldsøguni er frá veruleikanum, bæði fólk, støð og hendingar. Eg haldi, at eg tori at staðfesta, at talan er um eina sjálvsævisøguliga skaldsøgu, tó uttan at eg kann siga tað við vissu.

Ivaleyst fyllir tað sjálvsævisøguliga sjónarhornið øgiliga nógv í hugaheiminum hjá nógvum møguligum lesarum í Føroyum, tí forholdini eru jú so smá, og tú ert sjálvsagt eym ella eymur um, hvussu tín nærmastu skyldfólk verða lýst og avmyndað í eini skaldsøgu. Hetta er væl skilligt, og í hondunum á einum rithøvundi, sum ikki dugir skaldskaparliga handverkið til lítar, kunnu ólukkur standast av slíkum, tað eru tað mong dømi um.

Tíbetur hevur Katrin Ottarsdóttir skaldskapargávur sum fáur, og tær gagnnýtir hon her til fulnar. Gentan í verðini hevjar seg sum skaldskapur langt upp um tað sjálvsterapeutiska, sum ofta eyðkennir sjálvsævisøguligan skaldskap, tá hann ikki riggar, og verður til heimsbókmentir. Onki minni.

Leggja vit alt tað sjálvsævisøguliga til viks og hyggja at skaldsøguni sum skaldskap, bæði tí algongda og tí jarðbundna, snýr hon seg um sálarsjúku ella sálartrega og ólukkuligan kærleika, og um kynbúningina hjá einari ellivu ára gamlari gentu, sum longu hevur upplivað nógva mótgongd í lívinum. Í Gentan í verðini hevur abbin leiklutin hjá bóndanum Ferro, meðan fleiri av kvinnunum hava leiklutin hjá Teresitu: mostirin, mamman, gumman og gentan – ’hon’, sum er høvuðspersónur og eigur sjónarhornið í frásøguni.

Skaldsøgan er býtt upp í 27 partar, sum eru skipaðir í tíðarrað, har ymsir tættir úr lívinum og gerandisdegnum í húsinum hjá ommuni og abbanum verða fortaldir. Fleiri kapitlar eru sum stuttsøgur at lesa, spennandi hendingar, sum eru so væl lýstar, at eg minnist meg næstan ikki at hava lisið betri frá einum føroyskum rithøvundi. Í støðum leitaðu mínir tankar sær til skaldsøguna Á Brekkubø hjá Halldór Laxness, sum eg ummældi fyri stutt síðan, har ramman um skaldsøguna eisini eru húsini hjá einari ommu og abba, og har sjónarhornið eisini er hjá einum barni, dronginum Álvgrími.

Hóast evnini í skaldsøguni eru bæði álvarsom og tung, so føldi eg ikki, at tað var tungt at lesa hana, tvørturímóti. Allir persónar verðar lýstir við kærleika, sjálvt sálarliga óstøðuga mamman, sum øll verðin hjá gentuni melur um, og ikki sjáldan eru støður og persónar lýst skemtiliga og fjálgt, í hvussu er millum reglurnar. Vit hitta eisini serskøltar sum grunningshøvdamannin, telefonmannin, busssjaførin og mostursjeikarnar, har serliga tann eini fær av at vita, tá ið hann klívur upp í ein stiga fyri sleppa upp til vindeygað í kamarinum hjá mostrini.

Sum nevnt hevur gentan longu upplivað nógv, sum børn ikki eiga at uppliva. Hon hevur verið noydd til at ’taka sær av’ mammuni og pápanum leingi, og hetta ger, at hon í sinni er vorðin nógv meira vaksin, enn aðrar ellivu ára gamlar gentur. Tí er tað heldur ikki so løgið, at hennara eygleiðingar og tankar ofta minna um eygleiðingar og tankar hjá vaksnum. Men samstundis er gentan kropsliga bara ellivu ára gomul, og hon er so smátt á veg til at búnast kynsliga.

Hetta setir rithøvundurin orð á fleiri staðni í skaldsøguni, og tað haldi eg vera bæði djarvt og gott. Tað kann millum annað vera við til at avmytologisera meira og minni løgnar hugsanir hjá lesarum um kynbúning og kynslív.

 

Málsliga er Gentan í verðini nógv fríari enn tað mesta, sum kemur út á føroyskum. Fremmandaorðini eru nógv og verða stavað sum tey verða søgd. Nógv orð koma beina leið úr talumálinum inn í tekstin, so sum vindag (í staðin fyri vindeyga) og busssjaførur (í staðin fyri bussførari). Hetta er eisini djarvt og bragdligt, og mær dámar tað sera væl. Endurtøkur og uppafturtøkur koma fyri í passaligum nøgdum og júst, tá tær skulu. Eisini hetta riggar væl.

Katrin Ottarsdóttir skrivar seg við Gentan í verðini inn í føroyskar bókmentir sum ein av okkara fremstu prosahøvundum, og tí hevur hon eisini fult uppiborið at fáa listafólkaløn í trý ár afturat – minst.