Eru koparrør í himmiríki

Yrkingar. Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2012. 51 síður.

Bókmentavirðirsløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2013.

Yrkingarnar eru sterkar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll. Maðurin krógvar seg úti í tí vakra havanum, tí tað er útideyðaveður innandura, men endareglan er tann hóttandi: “skjótt noyðist hann at fara inn”. Eini hús, eitt heim er neyvan rætta orðið, er ein kjarnin í savninum, og húsini er ein innilæstur helheimur. Ikki bara fyri mannin, men einahelst fyri barnið, sum tey vaksnu aloftast ikki varnast. “Sjálvmorðið luktar / sum bara ein mamma kann lukta” verður sagt einastaðni, og heimið er ein heimur av pínu og helviti, og barnið veit, at tað fer ongantíð at blíva betri. Ein lítil glotti nú og tá, men ódnarveður og ýlan bíða altíð fyri framman.

“Eru koparrør í himmiríki” er sett saman av eini røð av óvanliga sterkum yrkingum , sum av álvara gera lesaranum mun. Tað hevði borið væl til at lænt tittulin “Tey gjørdu einum barni fortreð” frá Tove Ditlevsen.

Bókin fæst her.

Donsk útgáva: Findes der kobberrør i himlen