JÓL

 

jólatræið brann longu í báðum endum
sjálvt um tú ikki mintist tað
tí øll grótu og illa lótu
meðan maturin ikki varð borin inn og settur á borðið

úthurðar klamsaðu aftan á ommum og abbum
sum vórðu rend á dyr
sum heldur ikki hesa ferð dugdu at krevja sín rætt
at geva tær uggandi gávur úr livaðum lívi

jólamaðurin krógvaði seg enn einaferð inni í útvarpinum
hjá øllum hesum eydnuríku føroysku barnarøddunum
sum sungu fyri honum og øllum hinum
meðan hann klíggjaði av søtum bróstsviða

tú lurtaði og lurtaði fyri ikki at hoyra einglarnar
sum altíð júkaðu so illa
sum vildu sleppa at spæla við teg sjálvt um tú aldrin tímdi
og tey vaksnu heldur vildu sleppa at vera ólukkulig

 

Úr yrkingasavninum Messa fyri einum filmi, MS, 2015